Løgtingið vanvirðir tey brekaðu

Hóast rørslutarnað í fleiri ár hava gjørt vart við vánaligu umstøðurnar í løgtinginum, er enn einki gjørt við málið. Tískil sluppu tey ikki á tingfund tá heilsumálaráðharrin í gjár greiddi frá støðu teirra brekaðu

? Tað er óvirðiligt at verða borin inn í tingsalin, tí var eg ikki áhoyrari til tingfundin í gjár.

Leila Solmunde, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað, sigur seg vera ógvuliga harma um, at atljóða dagur teirra brekaðu í gjár skuldi enda við, at brekað ikki sluppu at vera áhoyrarar til tingfundin, tá almanna- og heilsumálaráðharrin greiddi frá støðu teirra brekaðu.

? Vit hava í fleiri ár víst á, at umsøðurnar hjá brekaðum at koma inn í tinghúsini eru út av lagi vánaligar, men hóast allar okkara áheitanir, er einki gjørt við málið.


Nýggja tinghúsið undanførsla

Leila Solmunde vísir á, at tað ikki er neyðugt at byggja nýtt tinghús fyri 70 milliónir krónur fyri at møguligt skal vera hjá brekaðum at sleppa fram at áhoyraraplássunum í tinginum.

? Tað einasta, ið krevst fyri at vit kunnu sleppa inn í tinghúsið er ein rampa, ið rullustólar kunnu koyra eftir. Tí haldi eg tað vera ógvuliga vánaliga undanførslu, um fomansskapurin í tinginum sigur ætlanina um nýggja tinghúsið vera orsøk fyri, at einki er gjørt.

Leila Solmunde heldur politikarar vera tey, ið sýna minst virðing fyri teimum brekaðu í føroyska samfelagnum, tá tað ikki ber til at koma inn í landsins tingnarligasta stað í koyristóli. Og fyri at vísa á hetta, møtti eingin av limunum hjá MBF, ið sita í koyristóli, til tingfundin í gjár, hóast tað vóru viðurskifti teirra, ið vóru á skránni.


Tunghoyrd fyri vanbýti

Forkvinnan í Ráðnum fyri Brekað vísir á, at tað ikki einans eru tey rørslutarnaði, ið eru yvirsædd av løgtinginum. Hon vísir á, at hóast tinghúsið sjálvsagt er væl atkomiligt hjá tunghoyrdum, eru umstøður teirra í tinghúsinum út av lagi vánaligar.

? Eingin teleslynga er í tinghúsinum, og tí fáa tunghoyrdir áhoyrarar í tingsalinum einki við av tí, sum verður sagt frá landsins tingnaðarligasta røðarapalli. Tískil mugu vit enn einaferð staðfesta, at løgtingið als ikki virðir fólk, ið eru brekað.


SL fyrimynd

? Eg haldi, at løgtingsformaðurin átti at sæð stjóran á SL sum eina fyrimynd. Hesin hevur nevniliga gjørt eitt ógvuliga stórt arbeiði í fyritøku síni fyri tey brekaðu.

Leila Solmunde vísir á, at hóast Smyril er eitt skip, ið er eldri enn 30 ár, hevur stjórin á SL borið so í bandi, at tað uttan trupulleikar ber til hjá fólki í koyristóli at ferðast við skipinum. Somuleiðis vísir hon á, at stjórin í SL hevur sýnt ómetaliga stóran áhuga fyri at berta um viðurskifi teirra brekaðu á øllum farleiðum felagsins. Tískil valdi MBF at heiðra flutningsfyritøkuna í sambandi við altjóða dag teirra brekaðu í gjár.


Dampurin av degnum

? Hóast dagurin í gjár var ein ógvuliga gleðiligur dagur, tá hugsað verður um alt, sum er gjørt fyri at betra um viðurskifti okkara, fór dampurin av degnum, tá Helena Dam á Neytsabø takkaði fyri fyrimyndareglurnar hjá ST, sum vit handaðu henni, og segði, at hon nú fór at bera tær í tingið. Tá vistu vit nevniliga, at tað ikki bar til hjá okkum at vera við, sigur Leila Solmunde hugtung.