Fyrsti løgtingsfundurin í nýggja árinum verður klokkan 13.30 seinnapartin. Løgtingið hevur ikki verið saman síðani 21. desember, tó so at løgtingsnevndirnar hava havt fleiri fundir í nýggja árinum.
Í dag verður so fyrsti løgtingsfundurin, og fyrsta málið, sum løgtingið skal viðgera, er Schengen-samstarvið, sum Føroyar eftir ætlan skulu knýta seg uppí.
Høgni Hoydal legði málið fyri løgtingið beint fyri jól, og tað er eitt mál, sum hevur rættiliga stóran skund. Orsøkin er, at Danmark ætlar at fara uppí Schengen-samstarvið saman við hinum norðurlondunum tann 25. mars. Hetta hava norðurlondini avtalað, og Danmark fær ikki hildið hesa avtaluna, um løgtingið ikki ger skjótt av í hesum málinum. Danmark sleppur ikki uppí skipanina, fyrrenn Føroyar og Grønland hava avgreitt málið í ávikavist løgtinginum og landstinginum.
Evropa uttan
passeftirlit
Samtykkir løgtingið sáttmálan og broytingarnar í útlendingalógini, sum eru neyðugar, so kunnu føroyingar ferðast til næstan øll ES-londini uttan at vísa pass. Tað eru bert Bretland og Írland, sum ikki eru uppi í skipanini. Norra og Ísland verða eins og Føroyar og Grønland ikki limir í Schengen-samstarvinum, men tey knýta seg uppí skipanina 25. mars eins og Føroyar og Grønland.Tískil verður heldur ikki í framtíðini neyðugt at vísa pass, tá ið leiðin gongur til hini norðurlondini.
Schengen-samstarvið ber eisini í sær, at løgreglurnar í limalondunum og londunum, sum eru knýtt uppí skipanina, skulu samstarva meira enn í dag. Eitt nú skal gerast ein felags telduskipan fyri øll limalondini, har brotsmenn úr øllum limalondunum verða skrásettir.
Úr at gera
Hóast løgtingið fekk rættiliga nógv mál frá hondini fyri jól, so liggja 27 mál og bíða eftir at verða avgreidd, nú løgtingið aftur fer til verka.
Tað seinasta málið, sum varð lagt fyri løgtingið fyri jól, var uppskotið hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, um eina barsilsskipan. Uppskotið hevur elvt til drúgvt kjak, longu áðrenn tað varð lagt fram, og líkt er ikki til, at kjakið endar, nú málið er komið fyri løgtingið.
Onnur uppskot, sum eru eftir at avgreiða, eru uppskotið um at taka frágreiðingina hjá grein 19 nevndini til eftirtektar, og uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at broyta heimastýrislógina, so føroyskt verður tjóðarmál í Føroyum.
Brimil fyri tingið
Løgtingið fær helst úr at gera hesa komandi tíðina, og landsstýrið hevur longu boðað frá fleiri uppskotum, sum helst verða løgd fram í næstum. Tekin eru longu komin um fyrstu eykajáttanarlógina í ár, og eitt av teimum fyrstu málunum, sum løgtingið kann koma at taka støðu til, er eitt uppskot um at fáa ein enda á trætuni millum Fíggjarmálastýrið og manningina á nýggja vaktarskipinum Brimli. Sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Karsten Hansen, røkist einki fyri einari samráðingarloysn, og tí verður málið kanska lagt fyri løgtingið hesa vikuna.
Landsstýrið hevur eisini boðað frá einum uppskotið um at seta hámark fyri, hvussu nógv einstaklingar og feløg kunnu eiga í føroysku alivinnuni. Meirilutin í samgonguni vil hava hámarkið sett til 20 prosent. Hetta málið tók seg upp, tá norska felagið Pan Fish bjóðaði sær at keypa stóran part av Havsbrún í Fuglafirði, og løgtingið sleppur helst at taka støðu til ognarviðurskiftini í alivinnuni ein av komandi døgunum.