Løgtingið til Suðuroyar at ferðast

Í næstu viku fáa suðuroyingar sjáldsama vitjan, tí tá fer alt Løgtingið suður at vitja

Kanningarferð

Í næstu viku fáa suåuroyingar bæði forvitnisliga og sjáldsama vitjan. Tá fer Føroya Løgting nevniliga eina kunningarferð til Suðuroyar.
Løgtingið fer suður við Smyrli mikukvøldið 25. september og norður aftur hóskvøldið 26. september.
Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur, at tað vóru suðuroyartingmenninir sum reistu spurningin fyri formansskapinum í Løgtinginum um at alt Tingið skuldi fara suður at eina kunnandi ferð.
? Formansskapurin hevur síðani viðgjørt áheitanina og hevur gjørt av gera eftir henni og ferðin verður sostatt í næstu viku.
Edmund Joensen sigur, at skráin fyri ferðina er ikki heilt greið enn, men ætlanin er at fara so víða um í Suðuroynni sum yvirhøvur gjørligt, sigur hann.
Eftir, hvat skilst, er ætlanin at vitja á ymsum stovnum, eitt nú sjúkrahús og ellisheim, men ætlanin er eisini at kunna seg um vegakervið, um havnaviðurskifti og um samferðsluviðurskiftini annars, eins og ætlanin er at hitta býráð og bygdarráð.
Løgtingsformaðurin sigur, at heilt nógvir løgtingslimir hava boðað frá, at teir vera við á ferðini.
So vítt, vit vita, er hetta fyrstu ferð, at alt Løgtingið fer eina kunnandi ferð, sum hesa, í hvussu so er í nýggjari tíð, men hann heldur, at tað er eitt frálíkt hugskot at gera slíkar ferðir.
?Hetta er avgjørt ein ferð,sum løgtingslimir eiga at fáa stóra nyttu burturúr, ikki minst nú ein fíggjarlógarviðgerð stendur fyri framman og í tí sambandi skal m.a. tosast um stórar útbyggingar í Suðuroynni, bæði um nýggjar havnir, um tunlar og um betri vegir.
?Tað eigur at gera tinglimir betri før fyri at tosa um viðurskiftini at hava sæð tey við egnu meygum og at hava hoyrt, hvat fólk á staðnum hava at siga, sigur Edmund Joensen.
Um fleiri ferðir av hesum slagnum verða gjørdar, veit løgtingsformaðurin ikki.
Men hann kundi hugsa sær at løgtingslimir, serliga tær ymsu nevndirnar, áttu at gjørt meiri burturúr at ferðast kring landið at kunna seg um ymisk viðurskifti, tí tað heldur hann at ov lítið verður gjørt við. Men hann heldur eisini, at alt Løgtingið eigur at gera fleiri slíkar ferðir.