Á fíggjarlógini fyri 2009 eru fleiri sparingar at síggja. Fíggjarnevndin hjá løgtinginum sat leingi og viðgjørdi fíggjarlógina, og kom at enda við einum uppskoti, ið Løgtingið samtykti. Á fíggjarlógini eru tveir stovnar skerdir, ið ikki áttu at verið skerdir sambært løgtingsformanninum Hergeir Nielsen. Teir stovnarnir eru Løgtingsins Umboðsmaður og Landsgrannskoðanin.
Játtanin til Løgtingsins Umboðsmann er skerd við góðari hálvari millión krónum á fíggjarlógini, og játtanin til Landsgrannskoðanina á leið tað sama. Hetta hevur, sambært Hergeir Nilsen, sera óhepnar avleiðingar við sær.
Í løgtingslógini um Løgtingsins umboðsmann stendur, at »virksemið umboðsmansins fevnir um alla fyrisiting heimastýrisins (t.e. lands- og kommunalu)« og at lógin er eisini galdandi fyri feløg, stovnar, felagsskapir við meira, ið verða roknað við til almennu fyrisitingina. Uppgávan hjá umboðsmanninum er at hava eftirlit við at hesar umsitingareindir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna fyrisitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.
Skerja rættartrygd og eftirlit
Í einum lesarabrævi fríggjadagin, skrivar Hergeir Nielsen milum annað um skerjingina, at »Henda avgerð fer at geva umboðsmanninum trupulleikar við virksemi sínum komandi ár, m.a. um tørvur verður á einum setursumboðsmanni el.«
Um so er, at umboðsmaðurin fær eitt mál, har umboðsmaðurin ikki følir seg gegnigan, er neyðugt við einum setursumboðsmanni.
- Vanliga hevur Jógvan Andreasen, fyrrverandi umboðsmaður, tikið á seg hesa uppgávu, men hann hevur boðað frá, at hann ikki vil hetta meira. Tí kann verða neyðugt at biðja ein uttanífrá, og tað kann verða kostnaðarmikið, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsformaður.
Vanlig mannagongd í øðrum londum er, at umboðsmaðurin fær ta játtan, hann biðjur um. Har er tað í eumumhvørjum føri stovnurin sjálvur, ið ger av, hvat honum tørvar, til tess at loysa sína skyldu til fulnar.
- Tá politiski eftirlitsmyndugleikin verður skerdur, verður rættartrygdin og fólkaræðið eisini skerd. Slíkir stovnar skulu ikki vera spentir fastir innan fíggjarligar karmar, og grundarlagið undir teimum ridlar, tá teir ikki fáa arbeitt soleiðs, sum teir sjálvir halda at teir virka best, vísir Hergeir Nielsen á.
Vandamikið signal
Tað er ikki bert løgtingsins umboðsmaður, ið verður skerdur. Landsgrannskoðanin, ið hevur til fremstu uppgávu at halda skil á landshúsarhaldinum, verður eisini skert umleið hálva millión, og tað hóvar løgtingsformanninum lítið.
- Soleiðis sum eg skilji á lagnum, verður Landsgrannskoðanin møguliga noydd at siga fólki úr starvi. Hetta er ein sera týdningarmikil stovnur, ið hevur verið róstur til skýggjanna av tinglimum og landsstýrismonnum. Men við at skerja hesar báðar stovnarnar, sendir Løgtingið eitt signal út, um at nú skulu hesir stovnarnir ikki virka so neyvt, sum teir sjálvir meta at teir skulu, til tess at fylgja lógini, sigur løgtingsformaðurin.
Undir triðju viðgerð av fíggjarlógini, skjeyt Hergeir Nielsen saman við øðrum upp, at bæði Løgtingsins Umboðsmaður og Landsgrannskoðanin fingu ta játtan, teimum tørvar, men tað varð felt av Løgtinginum.
- Við hesum sigur Løgtingið, at nú gera tit tykkara arbeiði for væl, og at tí skulu tit skerjast, vísir Hergeir Nielsen á.
Høvuðsútreiðslan hjá báðum stovnunum er til lønir, og teir virka við nøkrum fáum fólkum. Tí heldur løgtingsformaðurin at tann hálva milliónin átti at verðið játtað teimum, soleiðs at virksemið ikki verður skert og harvið eisini bæði rættartrygdin hjá einstaka borgaranum og eftirlitið við umboðsvaldinum og landsbúskaðinum.
FAKTA:
Um Løgtingsins Umboðsmann
Í lógini um Løgtingsins umboðsmann stendur m.a. at:
§ 4. Virksemið umboðsmansins fevnir um alla fyrisiting heimastýrisins (t.e. lands- og kommunalu).
2. stk. Lógin er eisini galdandi fyri feløg, stovnar, felagsskapir v.m., ið verða roknað við til almennu fyrisitingina sambært fyrisitingarlógini, lógini um alment innlit ella lógini um almennar skráir.
3. stk. Í meting sínari av kommunalari umsiting skal umboðsmaðurin vísa atlit til tær serligu umstøður, kommunufyrisiting virkar undir.
4.stk. Interkommunalir felagsskapir eru undirlagdir virksemi umboðsmansins.
5. stk. Virksemi umboðsmansins fevnir ikki um ríkismyndugleikar, Løgtingið og stovnar undir Løgtinginum.
§ 5. Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at tær í § 4 nevndu umsitingareindir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.
§ 6. Ein og hvør kann senda umboðsmanninum klagu um tær í § 4 nevndu umsitingareindir.
§ 6. 5.stk. Umboðsmaðurin kann sjálvur taka eitt mál til viðgerðar og fremja neyðugar kanningar í hesum sambandi
Um Landsgrannskoðanina:
Á heimasíðuni hjá Landsgrannskoðanini stendur soleiðs um stovnin:
Landsgrannskoðanin er ein óheftur stovnur undir Løgtinginum. Landsgrannskoðanin ansar eftir, at landsroknskapurin er rættur, at roknskapar- og eftirlitsskipanir eru tryggar, at peningurin er brúktur samsvarandi galdandi játtanum, lógum og fyriskipanum, og at umsitingin er sparin og virkin. Landsgrannskoðanin stuðlar løgtingsgrannskoðarunum í arbeiði teirra.