Løgtingið skrásetir ikki fráveru hjá tingfólki

Vanligt hevur verið hjá miðlunum at kunngjørt uppmøting hjá tingfólki, tá tingsetan er hálvrunnin til jóla, og tá hon er liðug ímóti sumri.

Men soleiðis fáa vit ikki gjørt hesaferð.

Korona fær skyldina fyri so mangt í hesum døgum, og soleiðis er eisin í hesum føri. Formansskapurin á tingi hevur eftir grækarismessu gjørt av, at protokollin í Løgtinginum ikki verður førd fyribils.

Tað er ikki altíð fallið í góða jørð millum summi tingfólk, at fjølmiðlarnir kunngera, hvussu tingfólk møta upp til arbeiðis. Men tá Løgtingið alment førir protokoll, so eiga vit sum fjølmiðil sjálvandi at bera hetta víðari til Føroya fólk, so tey síggja, hvussu ábyrgdarfult okkara kosnu menn og kvinnur røkja ta álit, vit hava givið teimum.

Ógreitt er, hvussu verður í framtíðini, men á seinasta fundi hjá formansskapinum, sum var tann 9. november, varð havgjørt fyribils at halda fram við ikki at skráseta fráveruna.