Løgtingið skal samtykkja listaskúlan

Listafólkasamband Føroya fegnast um, at Sambandsflokkurin hevur skotið upp, at øll listafakini skulu hava eina undirvísingarskipan, eins og tann hjá musikskúlanum.

 

- At tryggja høga fakliga undirvísing innan list til børn og ung, eigur at vera ein sjálvfylgja í føroyska samfelagnum; at børn og ung fáa vitan og menna síni evni innan list, samstundis sum at listin kann bjóða nýggjar og annarleiðis vinklar á ymisk viðurskifti í samfelagnum annars, skrivar LISA.

 

Felagið heldur, at umframt at tryggjað børnum og ungum undirvísing í ymiskum listafakum, kann ein slík skipan tryggja yrkislistafólkum størv innan undirvísing í list.

- Føst størv til fólk við høgari listafakligari útbúgving ella samsvarandi royndum eru annars so at siga ikki til í Føroyum. Tað er tí serstakliga ótrygt og krevjandi at liva av sínum listafakligu førleikum í Føroyum. Hetta kann listaskúlaskipanin broyta uppá, skrivar felagið.

 

LISA heldur, at skipanini eigur eisini at umfata eitt miðnámstilboð, á sama hátt sum musikkmiðnám.

- Musikmiðnám hevur tað jaliga árin, at tey ungu verða longri í Føroyum, áðrenn tey fara víðari at úbúgva seg. Av tí at tey ungu, sum eru í musikskúlaskipanini, eru í Føroyum til tey eru eldri, knýta tey sterk bond til føroyska tónleikaraumhvørvið og røturnar festa seg djúpari í heimlandinum, sigur felagið og vísir eisini á, at við einum slíkum miðnámstilboði kunnu tey ungu fyrireika seg í Føroyum til upptøkuroyndir á konservatorium uttanlands. Hetta eigur ein skipan fyri hini listafakini eisini at hava, halda tey.

 

- Møguleiki fyri føstum starvi og djúpari samband við listaumhvørvi í Føroyum fer helst at hava við sær, at fleiri føroysk listafólk fara at venda heim aftur eftir lokna útbúgving í útlondum. Føroyska samfelagið fær soleiðis ágoðan av teimum listafakligt sterkt mentu, sum spruttu og nørdust her, sigur LISA.

 

- Tað kann bert verða føroyska samfelagnum, føroysku listini og føroysku listafólkunum at gagni at gera eina undirvísingarskipan fyri øll listaøkini, soleiðis sum uppskotið hjá Sambandsflokkinum leggur upp til sigur Listafólkasamband Føroya, sum tí heitir á Løgtingið um at samtykkja uppskotið.