Løgtingið sett

Klokkan 9:30 í morgun savnaðust tingfólk í løgtinginum og nýggja tingsetan er av álvara byrjað. Tingfólk hava á skránni viðgerðina av løgmansrøðuni, men tað merktist eisini, at bíðað verður í spenningi eftir Gerhardi Lognberg, sum kemur við fráboðan í dag um, hvørt hann stuðlar samgonguni. Vit hava viðmerkingar frá flokkunum um, hvat teir meta um løgmansrøðuna, líka frá teimum jaligu, til tann, sum vil hava løgmann at leggja frá sær


Vit hava spurt politisku flokkarnar á tingi, hvat teir halda um løgmansrøðuna hjá Jóannes Eidesgaard, løgmanni, og ikki óvæntað, so eru metingarnar ymiskar:


Hongur ikki saman

Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin:

- Røðan fevnir víða, sum vant, og er tann longsta í míni tíð sum tingmaður. Samanumtikið vil eg siga, at tað er trupult at fáa alt at hanga saman, tí har eru stórar ætlanir, so sum at menna skúla, mentan og gransking, sum eg eisini taki undir við, men tað hongur bara ikki saman.

Inntøkurnar minka og almennu útreiðslurnar vaksa. Visjónin er í ordan, men samsvar er ikki millum orð og gerðir, sigur Kári P. Højgaard.


Spennandi

Jens av Rana, Miðflokurin:

- Eg haldi røðan er visiónér, hyggur fram, og hon er semjusøkjandi. Røðan lýsir væl ætlanir hjá samgonguni, tað sum er gjørt. Enn er so stutt fráliðið, so ein kann siga, at komandi hálva árið verður sveinastykkið hjá samgonguni, tí tá kemur fíggjarlóg fyri, og reformar í fiskivinnuni og á sosiala økinum. Og har er t.d. tað nevnt, at sjúkrakassi og kringvarpsgjald verða løgd undir skattaskipanina, verða samhaldsføst, og tað er ein lætti hjá teimum á lægstu rók í samfelagnum, sum jú gleðir okkum, so tað er spennandi, sigur Jenis av Rana.


Ætlanir og ongin fígging

Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin:

- Har eru stórar ætlanir, men ongin fígging, og tað er og verður dýrt at liva í Føroyum. Ein kann eisini siga, at høvuðsvinnan fær eitt slag í andlitið í løgmansrøðuni, sigur Kaj Leo í stuttari viðmerking, og leggur afturat:

- Røðan kann eisini lýstast við fyrstu ørindunum hjá Fríðrikki Petersen, ið yrkir; "Tíðin rennur sum streymur í á", sigur Kaj Leo Johannesen.


Føroyar skulu blóma

Bergtóra Høgnadóttir Joensen, Tjóveldi:

Umframt, at Bergtóra Høgnadóttir Joensen heldur talan vera um nakað av tí sama, sum er á hvørjum ári, so sær hon eisini ymiskt jaligt í løgmansrøðuni.

- Har eru fiskivinnupolitikkur og broytingar nevndar, og tað er gott, og at blokkniðurskurður er nevndur, metir í hvussu er okkara flokkur er gott.

Vælferðarsamfelagið, mentan og gransking eru nevnd og mugu raðfestast, tí hetta er neyðugt, um trivnaður skal vera í landinum. Og tað er neyðugt at fólk støðast, um Føroyar skulu blóma, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen í stuttari viðmerking.


Løgmaður má leggja frá sær

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurn:

- Eg fari at siga, at løgmaður eigur at leggja frá sær! Tað er jú best, so veik sum hendan samgongan er.

- Men annars vil eg siga, at løgmansrøðan er ein rósa til undanfarnu samgongu, har vit vóru við, og hon er rós til tað, vit fingu framt og til tær ætlanir, ið vit høvdu. Røðan er tí afturlítandi. Men røðan sigur so heldur ikki nakað um, hvussu nakað í veruleikanum skal gerast, so eg vil siga, at hetta er bæði longsta og samstundis minsta løgmansrøðan, ið eg veit um, sigur Jørgen Niclasen.


Vísir á hvat skal gerast

John Johannesen, Javnaðarflokkurin:

- Løgmansrøðan er visjónér, frameftirlítandi, og sigur hvørjar ætlanir eru, og minni um hvat er gjørt, og tað er sum tað skal.

- Annars haldi eg eisini, at hon ber boð um 3 flokkar, ið eru nokkso samdir hugsjónarliga. Og víst verður eisini á hvat er neyðugt, og hvørji tøk skulu takast. Mær dámar eisini væl, at røðan setir Føroyar í miðdepilin og sær Føroyar sum eina eind, í kapping við umheimin.

- Skal nakað sigast, so meti eg, at orðini um at fáa føroyingar heimaftur eru bara hálvsøgd, tí har snýr tað seg eisini um at fáa fólk at støðast, so vit ikki missa fólk. Tá vit hava eitt gott samfelag, eisini t.d. hjá einligum mammum, tá hava vit eitt gott samfelag. Hetta eru tvær síður av somu søk, sigur John Johannesen.