Á tingfundinum í morgin eru seks fyrstu viðgerðir á skránni. Eisini skal Helena Dam á Neystabø svara einum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá útlendingum
Fyrsta málið á skránni í morgin er fyrsta viðgerð av uppskotið til ríkislógartilmæli um broyting í ?Lov for Færøerne om ændring af arveloven (uskiftet bo). Eftir viðgerðina verður málið beint í Rættarnevndina.
Síðani verður tað fyrsta viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum. Hetta málið verður beint í Fíggjarnevndina.
Tann triðja fyrsta viðgerðin er uppskot til løgtingslóg um íløgu í kringvarpssendinetið. Hetta málið verður beint í Mentanarnevndina.
Síðan er tað fyrsta viðgerð av uppskoti til eykajáttanarløgtingslóg (broyting í løgtingslóg um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2008). Hetta málið verður eisini beint í Fíggjarnevndina.
Tann fimta fyrsta viðgerðin er uppskot til løgtingslóg um bygging av økisdepli í Vági til sinnisveik. Hetta málið verður beint í Trivnaðarnevndina.
Tann síðsta fyrsta viðgerðin á tingfundinum í morgin er uppskot til løgtingslóg um bygging av sambýli í Tórshavn til sinnisveik. Hetta málið verður beint í Trivnaðarnevndina
Síðsta málið á tingfundinum í morgin er svar upp á skrivligan fyrispurning til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í løgmálum, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi viðgerðini av arbeiðs- og uppihaldsloyvum hjá útlendingum, ið eru giftir føroyingum.