Løgtingið samtykt útlendingalógina

Løgtingið hevur akkurát nú samtykt lógina, sum skal gera tað lættari at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða Nú fer tað at verða lættari at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða.

Tað er greitt, nú Løgtingið akkurát hevur samtykt lógina, sum ger tað lættari at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða.

Landsstýrið vil hava, at møguleikin at fáa útlendska arbeiðsmegi hendavegin, skal avmarkast, tá ið arbeiðsloysið fer uppum 3,5%.

Ein meiriluti í rættarnevndini vildi hava tað markið strikað, tí meirilutin heldur, at tað er ov avmarkandi.

Men tað tók Løgtingið ikki undir við og sostatt verður tað standandi.

Eftir ætlan skal lógin koma í gildi fyrsta juli.

Hinvegin hevur Løgtingið eisini samtykt, at í seinasta lagi næsta ár skal útlendingamálið verða yvirtikið.