Á tíðindafundi í morgun almannakunngjørdi Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fram »Uppskot til samtyktar um at skerja útlátið av veðurlagsgassum«.
Hon segði, at tað var ikki nóg mikið at seta sær eitt mál, tað er eisini neyðugt at fremja tað í verki (sitat: Djengis Khan).
- Hetta er fyrsta veruliga stigið á veðurlagsøkinum, sum Føroyar taka, sigur landsstýriskvinnan.
Hon segði, at við hesm átaka vit okkum eina altjóða bindina at skerja útlátið av veðurlagsgassum 20% innan 2020, við støði í 1995.
- Hetta er ikki bert ein politisk semja í Løgtinginum. Hetta er eisini ein semja í landsstýrinum, millum kommunurnar og alt Føroya fólk. Hetta er stutt sagt ein tjóðarsemja, sigur Annika Olsen.
Sambært landsstýriskvinnuni eru tað bert trý lond í ES – Danmark, Írland og Luxemburg – sum hava mál á sama støði sum Føroyar. Hini 24 ES-londini seta sær lægri mál.
Meira verður gjørt við uppskotið um minking av veðurlagsgassum í blaðnum í morgin.