Fyrrapartin var Løgtingið boðið til kunningarfund á Havstovuni. Kunnað varð um fiskastovnarnar undir Føroyum, hvussu teir eru fyri, og hvussu útlitini fyri teimum eru. Eisini varð greitt frá tilmælinum, sum varð latið fyri viku síðani.
Seinnapartin vóru umboð fyri Nationalbankan og Ríkisumboðið á vitjan. Teir vórðu eisini kunnaðir um støðuna hjá og útlitini fyri botn- og uppsjóvarstovnar av týdningi fyri Føroyar.
Á báðum fundunum greiddu granskarar á Havstovuni frá, og áhoyrararnir fingu høvi at seta spurningar.
Kelda
Kelda: hav.fo