Men tíverri tykist, sum fleiri framstandandi persónar í Føroyum ikki hava skilt hendan einfalda veruleika.? ?Lóggevandi og útinnandi?Bogi Andreasen hevur eina atfinningarsama grein um, at landspolitikkarar reka lokalpolitikk. Hetta byggir helst á eina misskiljing, tí munur er á lóggevandi og útinnandi valdi. Tær lógir og samtyktir, sum Løgtingið viðtekur, eru heimildir, sum bara Løgtingið hevur. At játta pening til landsvegir kring landið (lokalt) er heimild, sum bara Løgtingið hevur. At fremja byggilóggávu er heimild, sum bara Løgtingið hevur. At lóggeva á eldraøkinum ella á skúlaøkinum er heimild, sum bara Løgtingið hevur. Tí kann tað ongantíð koma upp á tal, at Løgtingið fremur lokalpolitiska lóggávu, sum burdi ligið hjá kommununum, tí kommunurnar hava ikki heimild at gera lógir. Og tá tað er neyðugt at lóggeva lokalpolitiskt, so ger Løgtingið tað, tí tað er bara Løgtingið, sum kann gera tað.? ?Hvør stýrir??Løgmaður og Magni Laksáfoss hava báðir í sambandi við at skerja tingmannatalið sagt, at 42 fólk (Løgting og landsstýri) eru ov nógv at stýra Føroyum. Hesir báðir hava kanska eisini misskilt uppgávurnar. Løgtingið stýrir ikki, tað ger landsstýrið. Landsstýrið ger ikki lógir, tað ger Løgtingið. Tað merkir, at tað eru 9 fólk, sum stýra Føroyum og 33, sum gera lógirnar.? ?Tingmannatalið?Undir orðaskiftinum um at skerja tingmannatalið nevndi ein av uppskotssetarunum, at vit kunnu væl minka tingmannatalið, tí arbeiðsbyrðan hjá Løgtinginum er ikki ov stór. Hetta byggir helst eisini á eina misskiljing. Løgtingið er ikki eitt kollektivt stýri, sum býtir arbeiðsuppgávurnar javnt millum tinglimirnar, soleiðis at jú fleiri tinglimir eru, jú minni er hjá hvørjum einstøkum at gera. Allir tinglimir avgera sjálvir í mun til egna samvitsku, hvussu nógv ella lítið arbeiði teir leggja fyri dagin. Tá eitt tingmál er til viðgerðar, kann væl henda, at allir 33 tinglimirnir gera stórt arbeiði fyri at seta seg inn í málið og hava virknan lut. Tað kann eisini vera, at bara ein ella 5 gera stórt arbeiði, meðan hini onki gera. Tí er tað burturvið at tosa um arbeiðsbyrðu í sambandi við løgtingsarbeiði. Tað er upp til hvønn einstakan, hvussu hann metir týdningin av málinum. ? ?Endamálið við at hava eitt lóggávuting er at tryggja lóg og rætt í landinum. Í okkara fólkaræði verður tað gjørt við at savna fólkavaldar kvinnur og menn úr øllum landinum, úr øllum samfelagsbólkum, úr øllum hugsjónarhornum at viðgera og samtykkja lógaruppskot, sum tey sjálvi ella onnur hava lagt fram. Um vit minka talið av tinglimum, koma færri sjónarmið fram undir viðgerðini, og færri sjónarmið koma at liggja aftanfyri viðtøkuni. Sjálvandi er eitt mark fyri, hvussu nógv fólk kunnu umboða øll sjónarmið á Tingi, og tað markið hevur í langar tíðir verið mett at liggja um tey tretivu. Minka vit munandi um talið, er vandin stórur fyri, at nøkur sjónarmið ikki verða umboðað, tá lóg og rættur verða skipað. Og tá eru bæði mannarættindi og almennar skattakrónur í vanda.?










