Løgtingið má styrkjast

Bogi Eliassen, stjórnmálafrøðingur, hevur í blaðnum í dag áhugaverda greining av politisku støðuni. Niðurstøðan er millum annað, at skal Løgtingið vera ført fyri at uppfylla sína parlamentarisku skyldu, mugu tinglimir fáa betri umstøður



Okkara løgtingsskipan er ov veik. So greið er niðustøðan hjá Boga Eliassen, stjórnmálafrøðingi, í politiskari greining aðrastaðni í blaðnum í dag.

- Okkara tingfólk hava gamaní góða hjálp frá góðum fólki á Løgtingsskrivstovuni. Men hetta er ikki nøktandi, um vit ynskja ein proffessionella parlamentariska skipan á hædd við grannalond okkara, staðfestir hann.

Í dag hava løgtingslimir  ikki egna skrivstovu og  heldur ikki sína egnu teldu í Løgtinginum.

Tørvur er eisini á at hava hjálp knýtta at hvørjum tinglimi sær, sum tinglimurin og flokkurin kunnu brúka til at menna sínu egnu politisku visjónir og mál, sigur Bogi Eliassen.

Hetta er ein fyritreyt fyri, at løgtingslimirnir og flokkarnir kunnu gera bæði mótuppskot til samgonguna og vælfyrireika uppskot í samband við eina minnilutastjórn.

Stjórnmálafrøðingurin vísir á, at okkara politikkarar hava líka nógv málsøkir, sum politikkarar í størri londum at taka støðu til. Færri tinglimir og smærri flokkar gera, at hóast flokkarnir hava framsøgufólk á málsøkjum, eru tað sera breið økir til hvønn einstaka politikara. Tí hava okkara politikkarar sera nógv mál at seta seg inn í og taka støðu til og tørv á betri arbeiðsumstøðum.

Í politisku greiningini metir Bogi Eliassen eisini um møguleikarnir fyri víðkan av samgonguni og samstarvið við andstøðuna. Hann heldur, at tað mest sannlíka er, at Sjálvstýrisflokkurin verður tikin inn í samstarvið. Brennandi spurningurin er, sigur hann, hvat kostar stuðulin frá Sjálvstýrisflokkinum og vil samgongan gjalda hann.