Løgtingið álopið av hackara

Tingfundurin, sum skuldi setast kl. 11, varð í morgun útsettur, tí at telduskipanin hjá Løgitnginum hevur verið álopin av teldsníki. Tá tingfólk skuldu fara til verka í morgun, fingust hvørki mikrofonir ella atkvøðuskipan at virka. Tingmaður, sum portalurin hevur tosað við, sigur, at onkur hackari hevur verið og gjørt ravasju í telduskipanini hjá Løgtinginum, so at einki virkaði.

Umsitingin á Løgtinginum váttar, at trupulleikar vóru við telduskipanini, og tey hava síðan havt serkøn fólk á staðnum. Tó siga tey, at einki er staðfest, hví at telduskipanin ikki virkaði, sum hon skuldi.

Tingfundurin varð settur stutt eftir klokkan hálvgum tvey.