Løgtingið játtar fýra milliónir til langhyl í Vági

Løgtingið játtaði í gjárkvøldið, at lata ætlaða langhylinum í Vági fýra milliónir í stuðuli. Tað var stórur meiriluti fyri at lata stuðulin, so hóast tað skal samtykkjast einaferð afturat fyri at verða endaliga avgreitt, verður tað neyvan annað enn ein avgreiðsluspurningur.

Men tað fáa vit at vita í morgin, tá ið málið verður endaliga avgreitt

Verkætlanin í Vági, sum fær stuðul, er eitt byggjarí, tey kalla eina grøna multihøll, har miðásin verður ein 50 meta langur svimjihylur

Talan verður um eina multihøll, sum verður ein altjóða elitedepil fyri svimjarar. Men talan verður eisini um ein vælverudepil fyri alt landið.

Høllin verður bygt beint við elverkið hjá SEV í Vági og hon skal hitast við avlopshita frá elverkinum og har er nóg mikið av hita til hita bæði svimjihyl og høllina annars.