Høgni Hoydal reisir í løgtinginum í dag Kaj Leo Johannesen, løgmanni ein mannligan fyrispurning um fólkaakvøðuna um samanlegging.
Hann fýlist á, at hvørki løgtingið ella andstøðuflokkarnir eru hoyrdir.
Eisini er hann ónøgdur við, at landsstýrið skipar fyri almennum fundum um framtíðar kummunubygnaðin, skattamál, eldraøkið, fólkaskúlan og annað, uttan at allir politisku flokkarnir í Føroyum eru umboðaðir og kunnu siga sína hugsan mótvegis veljarunum.
Høgni Hoydal vil hava at vita, um løgmaður heldur, at so týdningarmikil viðurskifti sum framtíðar kommunubygnaðurin, skipanin á eldraøkinum og viðvíkjandi fólkaskúlanum eru mál, ið ikki skulu grundast á politiska viðgerð og fyrireiking á løgtingi og millum allar politiskar flokkar.










