Løgtingið hevur úr at gera

Tingfundur verður aftur mikudagin klokkin 10. Á skránni er eittans mál, fyrsta viðgerð av uppskoti til samtyktar um játtanarkarmar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2014.

Við løgtingssamtyktini tekur Løgtingið undir við, at samlaði útreiðslukarmurin á løgtings- fíggjarlógini fyri 2014 verður 4.836,0 milliónir krónur. Rakstrarkarmurin verður 4.513,3 milliónir krónur, og løgukarmurin verður 322,8 milliónir krónur. Samlaði inntøkukarmurin verður 4.601,2 milliónir krónur.

Uppskotið til fíggjarkarmar kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER

Rættarnevndini hevur eisini fund mikumorgunin klokkan trý korter til níggju, har tey fara at viðgera trý mál, lóg um broyting í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum, uppskot til løgtingslóg um Stjórnarskipan Føroya og uppskot til lóg u mstuðul til Hvalbiar kommunu til umvæling av brimverju.

Hósdagin og fríggjadagin hevur fíggjarnevndin úr at gera, tí hvønn av døgunum standa 24 mál á skránni, og heili 23 ymiskir partar koma á fundirnar at tosa við nevndina.

Fundarskráin hjá nevndunum kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER

Gamal var, at løgtingið fór heim flaggdagin 25. apríl. Men seinnu árini hevur tað mangan drigið longri út. Tingsetan endar formliga, tá tingið fer í summarfrí. Nýggja tingsetan fyri 2013 byrjar á Ólavsøku.