Løgtingið á frímerki

Í sambandi við at 150 ár eru liðin, síðani Føroya løgting varð endurstovnað, hevur postverkið prentað frímerkir, sum heiðra Løgtingið á hesum stóra degi

Ólavsøkudag í ár eru 150 ár liðin, síðani Føroya løgting varð endurstovnað. Løgtingið hátíðarheldur dagin við at geva út eina bók um søgu løgtingsins, men Postverk Føroya gevur í hesum sambandi út tvey frímerki, ið avmynda nakrar søguligar lutir, sum hava samband við tingið.
Mánadagin vóru frímerkini avdúkað á eini lítlari samkomu á frímerkjadeildini á Argjum. Har fekk løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, handað ein fyrstadagsbrævbjálva við frímerkjunum á.
Annað frímerkið avmyndar seyðabrævið frá 1298, og hitt avmyndar Gerðabók løgtingsins frá 1852, tá løgtingið varð endurstovnað. Hetta eru tveir týdningarmiklir lutir frá søguni hjá tinginum. Á blokkinum, sum frímerkini eru í, eru eisini avmyndað elsta varðveitta innsigli tingsins og perman á tingbókini frá 1852.
Føroya løgting var við kongaligari fyriskipan avtikið í 1816 og stovnað av nýggjum við ríkisdagslóg frá 26. mars í 1852. Endurstovnaða løgtingið hevur tó røtur heilt aftur í landnámstíð.
Upprunaliga var tingið eitt alting, sum hevði bæði dómsvald og lóggávuvald. Útinnandi vald var einki í landinum. Tað var tí ættin, ið setti eitt nú dómar altingsins í verk.
Tingbøkurnar og skjøl løgtingsins frá 1852 til okkara dagar eru í varðveitslu á Føroya landsskjalasavni. Harumframt eru tingbøkurnar 1615-1816 á Landsskjalasavninum. Hesar bøkur og skjøl goyma tær mest týðandi keldurnar til Føroya søgu.

Fegin formaður
Løgtingsformaðurin var sum vera man fegin um, at Postverk Føroya hevur tikið stig til at heiðra løgtingið á hesum stóra degnum.
Hann helt, at Postverkið ger eitt týdningarmikið arbeiði við at gera Føroyar kendar runt um í heiminum. Frímerkjadeildini hevur nógvar haldarar, ið fáa øll tey nýggjastu føroysku frímerkini sendandi við postinum. Frímerkir eru framvegis næststørsta útflutningsvøran hjá Føroyum.
Løgtingið sjálvt hevur eisini tikið stig til at hátíðarhalda dagin. Um stutta tíð kemur nevniliga ein nýggj bók um løgtingið.