Men ólavsøkudagur er undantikin regluni um, at tingið ikki arbeiðir heiligdag.
Tað stendur í tingskipanini, at løgtingsfundir og nevndarfundir verða ikki hildnir sunnu- og halgidagar og yrkadagar eftir klokkan 22.00, uttan so er, at serligar umstøður gera tað neyðugt. Men tað stendur eisini beinleiðis, at ólavsøkudagur er undantikin. Sostatt verður tingið sett og ólavsøkurøða løgmans akkurát, sum vant í ár eftir gudstænastuna , skrúðgonguna og sang á Tinghúsvøllinum, hóast tað er sunnudagur.
Jógvan á Lakjuni sigur, at mikudagin 1. august og hósdagin 2. august, fer løgtingið so at hava orðaskifti um røðuna hjá løgmanni.
Fríggjadagin væntar løgtingsformaðurin, at Løgtingið fer at viðgerða fiskidagatalið fyri næsta fiskiár, sum byrjar 1. september.