Á næsta tingfundi, sum verður hósdagin, fer løgtingið undir fyrstu viðgerð av uppskotunum um at broyta kostnaðarendurgjaldið hjá løgtings- og landsstýrisfólki.
Tað er Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, sum hevur lagt málið fyri tingið. Talan er um tvey mál, annað málið snýr seg um løgtingsfólk og hitt um landsstýrisfólk. Fyri løgtingsfólkini er talan um eitt uppskot til samtyktar, har løgtingið heitir á formansskapin í Løgtinginum um at tilevna uppskot til broytingar í reglunum um kostnaðarendurgjald í løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna.
Rigmor Dam sigur, at lógin um samsýning og eftirløn løgtingsmanna er frá 1999, og hon er ikki broytt síðani.
Í løtuni endurspeglar kostnaðarendurgjaldið ikki veruligu ferðaútreiðslurnar, nú samferðslumøguleikarnir við tunlum og brúm eru batnaðir so nógv. Tí er verandi kostnaðarendurgjald í ávísan mun eitt stórt, skattafrítt lønarískoyti, sum aðrir borgarar ikki hava, sigur Rigmor Dam.
Hon vísir eisini á, at kostnaðarendurgjaldið sambært lógini um samsýning og eftirløn løgtingsmanna krevur at verða endurskoðað og gerast meira tíðarhóskandi, samstundis sum lógin um eftirløn og samsýning landsstýrismanna verður endurskoðað.
Fyri landsstýrisfólkini er talan um eitt lógaruppskot frá Javnaðarflokkinum, sum vit fara at viðgera í aðrari grein á portalinum.