Løgtingið fer nú at býta makrelin

Mánadagin fer Løgtingið aftur til arbeiðis.

Løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, hevur boðað til løgtingsfundar klokkan 11 mánadagin og tá eru tað stórmál á skránni. Tá verður nevniliga uppskot lagt fyri Løgtingið um, hvussu illa umstrídda makrelkvotan skal býtast ímillum skipini. 

Nógv stríð og stór ónøgd hevur verið um politisku semjuna ímillum samgonguna, Tjóðveldi og Framsókn um, hvussu makrelkvotan skal býtast og um, at gjald skal krevjast frá skipum, sum sleppa at fiska makrelin.

Og í Degi og Viku í gjárkvøldið mælti Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, beinleiðis Løgtingið til at reisa seg og taka landsstýrið av ræði í hesum máli, so at makrelkvotan kann verða býtt og skipað øðrvísi og, eftir hansara tykki, betri, enn politiska semjan nú leggur upp til.

Óvist er, hvussu drúgv viðgerðin verður, men ikki hevur verið óvanligt, at Løgtingið í slíkum førum ger skjótt av og tískil fer at víkja frá øllum tíðarfreistum fyri at sleppa til húsar aftur, sum skjótast.

Sostatt er væl hugsand, at uppskotið kemur til viðgerðar beinanvegin mánadagin.

Á Løgtingsfundinum í morgin er eisini ætlanin at leggja uppskot fram um at byggja nýtt havrannsóknarskip, umframt at uppskot verður lagt fram um mvg og samstundis skal Løgtingið eisini viðgerða eitt uppskot um eldsbruna.