Løgtingið fær meira pláss

Tinghúsið skal nú byggjast um, soleiðis at tingsalurin fyllir alla niðaru hæddina. Harafturat skal løgtingsskrivstovan flyta í telefonbygningin

John Johannessen


Í heyst verður farið undir fyrsta stig av einari nýggjari ætlan um at byggja um løgtingshúsið.

Hetta fyrsta stigið av ætlanini fevnir um at skifta klædning, vindeygu og tak á løgtingshúsinum og at taka niður tornið á bygninginum, har Føroya Tele heldur til, og gera ovaru hæddina í tí bygninginum klára til løgtingsskrivstovuna at flyta inn í.


Fyrsta stigið liðugt í ár

Løgtingsarbeiðið verður lagt niður einaferð í heyst, meðan handverkarar umvæla løgtingshúsið. Ætlanin er nevniliga, at fyrsta stigið skal vera liðugt longu í ár.

Á fíggjarlógini fyri í ár eru átta milliónir játtaðar til løgtingshúsið. Og tað fer at bera til at umvæla løgtingshúsið fyri hesa játtan, vissar Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður um.

Tá løgtingshúsið er liðugt umvælt uttan, er meiningin, at tað skal líkjast løgtingshúsinum, sum tað sá út í 1907, tá tað varð bygt um.

Løgtingshúsið fær slættan klædning og verður málað hvítt. Vindeyguni fáa fleiri smærri rútar og flagtekjan verður skift út við skifertekju.


Venda tingsalinum

Næsta byggistig fevnir um at broyta tinghúsið innan, umframt at ein glasbygningur skal gerast millum telefonhúsið og tinghúsið. Hesin glasbygningurin skal ikki vera fastur í tinghúsinum. Hann skal standa har, tornið á telefonhúsinum nú stendur.

Innan skal tinghúsið broytast, soleiðis at tingsalurin fyllir alla niðastu hæddina. Eisini skal tingsalurin vendast, soleiðis at røðarapallurin og sessurin hjá tingformanninum eru í syðra endanum, oman móti tinghúsvøllinum. Hetta fer at gera tingsalin munandi rúmligari, enn hann nú er.

Ein partur av kjallaranum í tingúsinum skal spreingjast út, og har skulu ves og garderoba gerast.

Á loftininum í tinghúsinum skulu gerast smáar skrivstovur og kopirúm. Hetta merkir, at verandi uppihaldsstovan hjá tinglimum á tinghúsloftinum verður tikin burtur. Tingmenn fáa í staðin nýggjar uppihaldsstovur í telefonhúsinum.


Gera tunnil ímillum

Glasbygningurin millum telefonhúsið og sjálvt tinghúsið skal ikki vera fastur í tinghúsinum. Men kortini skal samband vera ímillum báðar bygningarnar. Tí verður nú umhugsað, um ein lítillátin glasgongd skal gerast ímillum, ella um ein tunnil skal gerast undir túninum. Men sum skilst, verður talan helst um at gera ein tunnil.

Hetta arbeiðið verður ikki gjørt fyrr enn einaferð næsta ár, tá Føroya Tele so smátt er farið at flyta úr telefonhúsinum. Tá Føroya Tele um nøkur ár hevur flutt alla teknisku útgerðina úr húsinum, er ætlanin, at løgtingið skal brúka alt telefonhúsið

Løgtingsskrivstovan flytir úr leigaðu hølunum í Erling Jalsgøtu niðan í telefonhúsið, so skjótt pláss er fyri henni í telefonhúsinum.

Arkitektarnir aftan fyri verkætlanina eru teir somu, sum fyri góðum ári síðani vunnu arkitektakappingina um nýtt løgtingshús.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.