Samstundis sum løgtingið viðgjørdi málið um broytingar í hjúnabandslógini, royndi Sambandsflokkurin at leggja eitt annað uppskot fyri tingið, eitt uppskot, sum teir sjálvir mettu hevði givið samkyntum somu rættindi sum hinkynd, tó uttan at geva teimum rættin at gerast hjún.
Freistin at leggja uppskot fyri tingið var tó farin, og tí var neyðugt hjá Sambandsflokkinum at savna 17 undirskrivtir fyri at fáa lagt sítt uppskot fyri tingið. Tær fyrstu 16 vóru lættar at fáa, øll andstøðan skrivaði undir at geva flokkinum loyvi at leggja uppskotið fram, og so restaði einans ein í.
Hana fekk flokkurin ongantíð og formaðurin, Bárður á Steig Nielsen, sigur hetta vera enn eitt dømi um, at málið um samkynt hjúnaband gjørdist eitt sonevnt kabinettspursmál, sum hevði sprongt samgonguna, um tað ikki varð samtykt.
- Ímeðan samgongan ræðist at taka ábyrgd, er líkt til, at Sambandsflokkurin er einasti flokkur á Tingi, ið hevur sett síni tingfólk frí til at atkvøða eftir egnari sannføring, tá ið rættindi til samkynd vórðu fyri í Løgtinginum, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Formaðurin í Sambandsflokkinum kallar viðgerðina í løgtinginum fyri óvanliga ódámliga, óvirðiliga og klossuta.
- Stór ivamál og ógreiða merktu uppskot, viðgerð og nevndararbeiði, og tí var eisini stórur forvirringur í almenna orðaskiftinum, sigur Bárður á Steig Nielsen, og sigur, at hóast málið varð samtykt við triðju viðger, so er í veruleikanum eingin, sum veit, hvat kann henda á løgfrøðiliga vegnum, tí heimaarbeiðið var so illa gjørt.
- Í Sambandsflokkinum, sum allan vegin hevur staðið saman, orðaðu vit eitt uppskot um, at landsstýrið skuldi koma við einum útspæli, so sleppast kundi undan stóra stríðsmálinum um at fara inn í hjúnabandslógina við málinum um rættindi til samkynd. Aftur ræddist samgongan fyri at taka ábyrgd, sigur hann. Men sum greitt frá, neyðugu 17 undirskrivtirnar fingust ikki til vega, tí samgongulimirnir fingu greið boð um at lata vera við at skriva undir.
- Soleiðis blokkeraði samgongan fyri einari savnandi loysn við – ódemokratiskt – at lata hurðina aftur fyri okkara uppskoti.
- Allar vanligar spælireglur eru brotnar í hesum máli, og í grundini er Løgtingið misbrúkt nakað so dyggiliga og óhoyrt, tí at 14. september-samgongan ræðist fyri at taka ábyrgd, sigur formaður Sambandsfloksins.