Løgtingið eigur at halda tíðarfreistir

Teir fýra formennirnir í andstøðuni funnust í dag at arbeiðsháttinum í løgtinginum.

 

Ført var fram, at teir vistu ikki um, at tingarbeiðið helt fram so langt inn í juli mánaða og so stutt uppundir, at ein nýggj tingseta byrjaði á ólavssøku.

 

Teir heittu á formansskapin í løgtinginum um at fáa rætta uppá hetta, tí hetta gekk útyvir trúvirðið hjá løgtingsarbeiðnum, at mann ikki megnaði at fáa tilrættalagt arbeiðið somikið væl.

 

Samstundis var stórur patur av landsstýrinum burturstatt.

 

Løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, segði í tinginum í dag, eftir at hann hevði lisið brævið upp, at hann vildi í øllum førum gera sítt til, at næsta tingár bleiv øðrvísi.

 

Páll á Reynatúgvu hevur fyrr sagt, at tingið eigur at halda seg betur til tær tíðarfreistir, ið eru ásettar.