Løgtingið bíðar eftir at Eik fær byggiloyvi

Eik Banki flytir ikki úr gróthúsinum í miðbýnum, fyrr enn teir hava nýggj høli at flyta inn í Yviri við Strond.

Stutt fyri ársskiftið fekk formansskapurin í løgtinginum heimild og fígging frá løgtinginum til at keypa gróthúsini, sum Eik banki húsast í í miðbýnum í Havn. Síðani er tó lítið frætt frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um gongdina, uttan tað, at ein avtala er gjørd við Eik Banka um keyp av húsunum.

 

Við in.fo sigur løgtingsformaðurin, at enn er lítið nýtt at frætta, og at málið stendur í sama stað sum tað gjørdi fyri nøkrum mánaðum síðani. Orsøkin er, at áðrenn Løgtingið kann flyta inn, má Eik flyta út. Sum skilst er ætlanin hjá Eik at útbyggja høvuðssætið Yviri við Strond at húsa teimum, sum í dag eru í miðbýnum.

- Tað sum tað so ella so strandar á, er møguleikin hjá Eik at flyta út, og tað er tengt at einum byggiloyvi, sum teir skulu hava yviri við Strond. Fyrr enn tann parturin er avkláraður, er ikki so nógv meiri at siga um tað, sigur Páll á Reynatúgvu.

 

Les eisini Løgtingið keypir Eik í miðbýnum 

 

- Vit hava fingið heimildina at keypa bygninin og hava gjørt avtaluna við Eik, men teir mugu fyrst tryggja sær, at teir hava tak yvir høvdið. So vit bíða eftir byggimálsumsitingini, nær Eik fær síni byggiloyvi upp á pláss, sigur løgtingsformaðurin.

 

Líkt er tí til, at ætlanirnar at flyta inn í bygningin áðrenn summarið vera nakað útsettar.

 

Les eisini: Flyta inn í ovaru hæddirnar áðrenn í summar

 

Les eisini: Tignarligt at Løgtingið keypir Eik