Løgtingið avtikið

Føroyar hava havt skipaðar og greiðar mannagongdir við at játta pening til lands­hús­ar­haldið á fíggjarlóg.

Hergeir Nielsen

 

Fólkavalda løgtingið hev­ur hesa heimild og eingin ann­ar, og eingin útreiðsla kann gjaldast uttan heimild á fíggjarlóg ella aðrari játt­an­arlóg.

Í bráðkomnum førum kann farast umvegis fíggj­ar­nevnd­­ina eftir eykajáttan um­­­vegis fíggj­ar­nevnd­ar­skjal.

Játtanarskipanin er rím­i­liga greið hesum vi­ð­víkjandi.

Løgtingið hevur fleiri ferð­ir viðgjørt mál um at lækka flutningskostnaðin 2007 hjá Strandfarskipum Landsins, og nógvar hugsanir eru ting­manna millum um hesi við­ur­skifti.

Eitt málið um at játta 5 mió.kr. til at lækka flutn­ings­kostn­aðin 2007 varð sam­tykt, meðan fleiri mál um aðrar játtanir vóru feld.

Hóast løgtingssamtyktina, so hevur landsstýrismaðurin nú í eitt hálvt ár ligið oman á játtanini.

Mánadagin loyvdi eg mær eina grein um tað ótrúliga atgerðarloysi, sum valdaði í fleiri málum í Inn­lend­is­mál­a­ráð­num, eitt nú hesum við­víkjandi, og dagin eftir varð málið lagt fram og viðgjørt á lands­stýrisfundi.

Útvarpið veit so í dag at siga, at landsstýrið hevur viðgjørt fíggjarlógina 2008 og samtykt at lækka flutn­ings­kostnaðin fyri 2008.

Landsstýrið hevur sostatt tik­ið sær tær játtanar­heim­ild­ir, sum eingin annar enn løg­ting­ið hevur, og hevur so­statt framt eitt álvarsligt inn­triv í játtanarskipan lands­ins.

Áðrenn løgtingið so mikið sum hevur fingið orðið fyri seg og enn minni tikið støðu til at játta peningin, hevur land­sstýrið samtykt at gera eitt størri inntriv í komandi fíggj­ar­lóg.

Um tað fær nakrar av­leið­ing­­­ar? Neyvan.

Lógin um ábyrgd lands­stý­r­ismanna hevur verið óvirkin so at siga alt val­skeið­ið, og við felags sam­tyktum á lands­stýr­is­fund­um er tann einstaki lands­stýr­is­­mað­urin gjørdur á­byrgd­ar­leysur.

Júst tí hættaði lands­stýr­is­mað­urin í Innlendismálum sær ikki at avgreiða málið, og júst tí varð tað samtykt á lands­stýrisfundi, har eingin ein­stak­ur landsstýrismaður he­vur ábyrgdina.