Løgtingið hevur akkurát nú samtykt at ganga ímóti tilmælinum hjá umsitingini í Løgtinginum og formansskapinum um at burturvísa málið um at skipa ein privatan grunn at yvirtaka útreiðslurnar, sum landskassin higartil hevur havt av minstulønini. Bara 10 tingfólk atkvøddu fyri, og sostatt fall uppskotið.
Formansskapurin og umsitingin hava staðfest, at eftir uppskotinum fær Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eina ávísa heimild til at áseta inngjaldið í grunnin.
Men eftir stýrisskipanini kann ongin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur verða álagdur, broyttur ella avtikin, uttan við løgtingslóg.
Tí er tað ikki í samsvari við stýrisskipanina, at Jacob Vestergaard fyri heimild at gera kunngerðir, har hann ásetir, hvussu stóran part av avreiðingarvirðinum skal setast í grunnin, hvørja ferð eitt skip avreiðir.
Men hesi áheitan fylgdi løgtingið altso ikki, og sostatt er málið til viðgerðar beint nú.










