Lágt ríður tú

Mannbjørn Tausen
Ein stoltur Vágbingur, men eisini Suðringur
????????
Enn einaferð mugu vit ásanna, at Landstýrið og samgongan unna okkum ikki tað svarta undir neglunum. Enn einferð síggja og hoyra vit, at landstýrismaður, sum er haðani úr bygdini, niðurger okkum. ?Vágbingar vilja bara hava uttan at lata okkurt afturfyri?. Álvaratos , harra Hans Pauli Strøm, hvat billar tú tær inn?. Há og spott hava vit fingið nokk av her suðuri. Hvør hevur nikkað og góðtikið burturflytingar meiri enn vágbingar? Hvør hevur verið meira tolin enn vit? Nei , Hans Pauli, millum tykkum eiga vit ongan góðan. Tú tosar um, at ein skúli í Hovi (ikki í Vági!) er skúli fyri alla oynna!. Er Suðuroyar sjúkrahús ikki eisini sjúkrahús vágbinga???. Hví hevði tú ikki orðið, tá málið - flyta skúlan úr Hovi til Vágs - var fyri í Løgtinginum 3 - 23 og 27. mars 2001. Sera fá høvdu orðið. Ein atkvøddi ímóti undir 2. viðgerð (J. av Rana), men øll atkvøddi fyri undir 3. og endaligu viðgerðini (28 á fundi). Um Fiskivinniskúlin í Vestmanna skal flytast, hvat gert tú tá? Kanska sum strutsurin? Í tykkara ómegd hava tit klára at sátt split millum vinir og kenningar, sett bygdir upp ímóti hvørjum øðrum, ja, ein heil oyggj fundast og keklast um tykkara neyðaregg. Hvat er hetta fyri eitt ?tilboð?? Um vágbingar ikki krúpa, so fáa SUÐUROYINGAR onki røktarheim!!! Broytingaruppskotið á býráðsfundinum snúði seg annars um at tosa við Landstýrið um eitt røktarheim í Suðuroy - ikki í Vági, men í Suðuroynni (har eisini Vágur liggur!!!!). Nú gert TÚ okkum til syndabukkar!! Lágt ríður tú, fyrrverandi bygdarmaður mín.
Eg og sera, sera nógv við mær eru hørm, ill og skuffaði yvir tað viðferð, vit hava fingið frá okkara grannum. Men skálkarnir aftanfyri, tað eru okkara fólkavaldu, teir, ið hava staðið á trappusteinunum og á gøtuhornunum og sagt seg hava loysnirnar - pragmatiskar loysnir - er loysnin í Vági pragmatisk?.
Verður gerandisdagurin nógv betri hjá sandvíkingum og hvalbingum, um skúlin verður fluttur?
Øll mugu skilja, at hetta ?tilboð? nívir okkum sera fast, tá vit - ikki til stuttleikar, men sum eitt neyðarróp, ganga kravgongu. Mannsterk fara hampafólk gjøgnum bygdina inn á býráðsskrivstovuna
og standa har hóttandi við skeltum uppi yvir okkara fólkavaldu, sum eru hampafólk og okkara vinfólk. So langt eru vit farin, tí vit ikki bakka og krúpa longur. Vit vilja ikki av við skúlan, stutt og greitt, tí hann er her.
Eg heiti so inniliga á suðringar at arbeiða saman um eina felags framtíð. Stuðlið okkum við Miðnámsskúlanum - ongin fer illa av at koyra 6 - 7 min eftir breiðum og góðum vegi líka til okkara vakra Vatn og Hamrabø. Vit stuðla Heilsuskúlanum á Tvøroyri. Saman arbeiða vit víðari við loysnum á eldraøkinum allari oynni at gagni. Eisini eru fleiri aktørar komnir á vøllin við góðum hugskotum á vinnuliga økinum, tí berandi økinum. Latið okkum lofta møguleikunum og seta skøtil á framtíð okkara.
Hvat so við Landsstýrinum? Jú, tað er ein góður spurningur.