Lægsta tilboð ikki longur lægst

Nú danska fyritøkan KB El-Teknik hevur kravt 1,75 milliónir krónur afturat fyri at gera el-arbeiðið í Vágatunnlinum liðugt, er tilboðið frá fyritøkuni við eitt vorðið eina millión dýrari enn næstlægsta tilboðið. ? Broyttu fortreytirnar eru orsøkin til meirkostnaðin, og tí mugu vit góðtaka hetta, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnilin.

Tá tilboðini uppá el-arbeiðið og tað sonevnda SRO-arbeiðið (styring, regulering, overvågning) vóru latin upp á skrivstovuni hjá P/F Vágatunnilin á Skansavegi 7, tann 10.apríl í ár, hevði KB El-Teknik lægsta tilboðið. Danska fyritøkan bjóðaði sær til at gera el- og SRO-arbeiðið fyri á leið 12,2 milliónir krónur, ella 700.000 krónur lægri enn næstlægsta tilboðið, sum var frá P/F Eyðun Jespersen og felagnum Agder Energi Belysning. Hini bæði samtøkini, sum eisini vóru sloppin gjøgnum pre-kvalifiseringina og víðari til sjálva tilboðsgevingina, vóru P/F Højgaard &Schultz, sum bjóðaðu saman við El-talvuvirkinum í Gøtu og MT Højgaard Installation A/S. Fjórða tilboðið var frá ABB A/S og P/F El-Service
Úrslitið gjørdist sum kunnugt, at KB El-teknik fekk arbeiðið, og um hálvan august varð so smátt farið í gongd við el-arbeiðið í Vágatunnlinum. Men av tí at meira av vatni lak niður í tunnilin enn væntað, og tað tískil mátti leggjast meira av tekju upp undir loftið, slapp danska fyritøkan ikki framat til ásettu tíðina.
Eftir at leiðslan í P/F Vágatunnilin fyri viku síðan boðaði frá, at tunnilin kortini ikki kundi takast í nýtslu tann 26.november, varð fundur avtalaður millum Vágatunnilin, NCC og KB El-Teknik um, hvat nú skuldi henda. Semjan partanna millum bar í sær, at P/F Vágatunnilin skal gjalda KB El-Teknik 1,75 milliónir krónur afturat upprunaliga kostnaðinum fyri at gera arbeiðið liðugt, so tunnilin kann takast í nýtslu 10.desember. Samtíðis bar semjan, sum fekst í arbeiðsskúrinum í Leynum týskvøldið, ikki í sær nakra eykarokning frá NCC til P/F Vágatunnilin.

Ikki longur bíligast
Við eykarokningini frá KB El-Teknik uppá 1,75 milliónir krónur kemur samlaða tilboðið frá donsku fyritøkuni upp á stívliga 14 milliónir krónur, ella eina millión hægri enn næstlægsta tilboðið, ið var latið upp tann 10.apríl.
Dávid Reinert Hansen váttar, at tilboðið, ið P/F Vágatunnilin tók av, nú ikki gjørdist bíligasta tilboðið kortini.
- Tilboðini uppá el- og SRO-arbeiðið vóru givin við teimum fortreytum, sum tá vóru galdandi. Síðan eru fortreytirnar broyttar, og tí meti eg tað vera skeivt at samanbera við upprunaligu tilboðini, nú arbeiðið er farið í gongd, sigur stjórin í P/F Vágatunnilin.
Spurdur, hvørjar broyttu fortreytirnar eru viðvíknandi el-arbeiðinum, sum gera arbeiðið heilar 1,75 milliónir krónur dýrari, sammett við tilboðið, vísir Dávid Reinert Hansen á, at nú nýggj tíðarfreist er sett á, nær tunnilin skal takast í nýtslu, er neyðugt hjá el-fyritøkuni at skipa arbeiðið ørðvísi.
- KB El-Teknik hevur boðað frá, at teir, fyri at vera lidnir til ásetta dato, noyðast at hava fleiri mans í arbeiði ? frá at vera umleið átta fara teir nú at vera 15 mans til arbeiðis fyri at fáa el-arbeiðið liðugt, sigur Dávid Reinert Hansen. Hann leggur afturat, at harumframt koma aðrar meirútreiðslur, ið KB El-Teknik sigur seg hava haft, av tí at fyritøkan ikki er sloppin framat arbeiðinum til ásettu tíðina.
Stjórin fyri P/F Vágatunnilin váttar, at arbeiðið, ið KB El-Teknik skal gera í Vágatunnlinum, er júst tað sama nú, sum tað upprunaliga var, tá tilboðini vóru latin inn. Hann sigur, at upprunaliga kravdi danska fyritøkan eina langt størri upphædd fyri at gera arbeiðið liðugt, men at partarnir síðan samdust um, at P/F Vágatunnilin skal gjalda 1,75 milliónir krónur afturat, fyri at fáa el-arbeiðið liðugt.
Við eitt sindur av høvuðrokning ber til at rokna seg fram til, at við eini meðal tímaløn uppá 400 krónur um tíman ber til at hava 15 mans í arbeiði í 292 arbeiðstímar, fyri tær 1,75 milliónir krónurnar, sum eykarokningin frá KB El-Teknik ljóðar uppá.
Dávid Reinert Hansen sigur seg duga at skilja, at við strammu tíðarætlanini, ið P/F Vágatunnilin hevur sett sær sjálvum fyri nær tunnilin skal lata upp, er vandi fyri, at tilboðsgevararnir kunnu útnytta støðuna til at trýsta prísin uppeftir.
- El-arbeiðið í tunnlinum er jú í gongd, og sum útgangsstøði hava vit tí alla tíðina roynt at fingið teir somu at gera arbeiðið liðugt. Skuldu vit nú fáa eina aðra fyritøku til at gera arbeiðið, so hevði tað bæði tikið longri tíð, og helst eisini kostað meira. Harumframt var vandi fyri eini møguligari rættarsak móti P/F Vágatunnilin, sum vit ikki kendu úrslitið av frammanundan.
Spurdur, hvørt P/F Vágatunnilin hevur tryggjað sær, at henda eykarokningin frá KB El-Teknik verður tann seinasta, sigur Dávid Reinert Hansen, at partarnir eru samdir um, at viðvíkjandi tí, sum er farið fram til dags dato, ber ikki til at koma afturumaftur. Skal ein eykarokning kunna leggjast á borðið afturat, so skal tað vera tí at fortreytirnar hetta til 10.desember broytast munandi, sigur stjórin í P/F Vágatunnilin.