Lægsta arbeiðsloysið í Evropa

Sambært uppgerð frá Hagstovu Føroya setti arbeiðsloysið í Føroyum aftur met í juni. Bert 1,5% av samlaðu føroysku arbeiðsmegini høvdu ikki arbeiði í juni, og hetta er tað lægsta, síðani ALS fór at virka. Eisini í altjóða høpi er talan um óvanliga lágt arbeiðsloysi. Hagstovan hevur gjørt eina sammeting yvir arbeiðsloysið í 36 evropiskum londum, og her eru Føroyar ovast á listanum. Næst Føroyum á listanum eru Ísland, Áland, Noreg, Danmark, Holland, Cypros og Eysturríki.