Lægri skatt til politikarar

Tað er vorðið meira reg­ulin enn undantakið, at pol­it­ik­ar­ar skapa sær sjálvum fram­í­hjá­rætt­indi. Í øllum før­um hevur tað ikki eins stór­an skund at skatta pen­sjón­­ina hjá politikarum og tæn­astumonnum líka hart, sum hjá fólkinum annars.

Tað kemur fram í fyri­spurn­ingi hjá Kristinu Há­foss, sum hevur spurt Jørg­en Niclasen um málið.
Hann váttar, at sam­stund­­is sum landskassin krev­ur 40 prosent í skatti, tá før­oyingar gjalda inn eft­ir­løn, eru bólkar í sam­fel­ag­num, sum hava framíhjárættindi og rinda 35 pro­sent, tá tey fáa eft­ir­løn­ina útgoldna. Tæn­ast­u­menn, lands­stýris- og løg­tings­menn eru í hesum ser­bólki.
Eingin avgerð er tikin enn, sigur Jørgen Niclasen.
Heldur enn at nøra um egnan búk áttu politikarar at gingið sum fyrimyndir. Men soleiðis arbeiða politikarar ikki. Teir eru ringar fyrimyndir – tað prógva teir ferð eftir ferð. Seinni í dag fáa vit at síggja, hvat teir gera við teir púra órímuligu koyripengarnar, sum teir eisini hava játtað sær sjálvum. Teir kunnu í dag prógvað tað mótsætta av tí, vit halda um teir, og avtaka skipanina.