Lægri sethúsaprísirnir í Havn

Sethúsaprísirnir í Havn lækka, og seinastu fýra árini er tað vorðið nógv bíligari at keypa hús í Havn.

Men hóast sethúsaprísirnir í Havnini eru nógv falnir, hava teir verið rættiliga støðugir úti á bygd. Tað skrivar Sosialurin í dagsins útgávu.

Kára á Dunga, stjóri í meklaravirkinum Inni, hevur lagt til merkis, at stór framgongd hevur verið á sethúsamarknaðinum í Suðuroy.

Tað er týðiligt, at eftirspurningurin eftir húsum í Suðuroy er vaksin, serliga á Tvøroyri, men annars í allari oynni, sigur hon við Sosialin.

Tað er í hesum árinum, at gongd er komin á sethúsasøluna í Suðuroy, og sjálv ivast Kára á Dunga ikki í, at tað er nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, sum hevur elvt til størri bjartskygni í oynni.

Tað hevur veirð rættiliga friðarligt á sethúsamarknaðinum í Suðuroy, men tað er týðiligt, at broyting nú er komin í, sigur Kára á Dunga við Sosialin.