Hóast samlaða útgjaldsupphæddin bert er eina millión lægri í januar í ár, enn hon var í januar í fjør, er ein reel lækkan at síggja, tá sáttmálabundnar hækkingar verða tiknar við.
Lønarútgjaldingarnar í útflutningsvinnuni vóru í á 21 milliónir lægri, enn tær vóru í januar i fjør.67 milliónir í ár móti 88 milliónum í fjør.
Ein av orsøkunum er ivaleyst tað vánaliga veðurlagið, sum hevur forða útróðrinum rættiliga nógv í januar.
Hinvegin eru útgjaldingarnar hjá innanalands vinnunum øktar við 20 milliónum, sum so mestum vigar upp í móti teirri minking, útflutningsvinnurnar hava verið fyri.
Útgjaldið í januar í ár er upp á 369 milliónir í móti 349 milliónum í fjør. Hendan økiningi upp á 20 milliónir svarar til 5,7 prosent. Í hesari hækking liggur so eisini sáttmálabundin lønarhækking.
Samanlagt verður munurin so minus eina millión krónur í januar í ár í mun til januar í fjør.