Løgreglutyrla datt niður

Eitt fólk doyði, og tvey fingu skaða, tá ein tyrla hjá svensku løgregluni datt niður í dag. Tyrlan datt niður stutt sunnan fyri Göteborg fyrrapartin. Fýra fólk vóru í tyrluni, og eitt teirra doyði, og tvey fingu stóran skaða.

Svenska løgreglan sigur, at tyrlan var við í einari venjing, og at lendingarpláss eru í økinum, har vanlukkan hendi. Enn er ikki greitt, hví hon datt niður.

Tyrlan var av slagnum Eurocopter E135, sum løgreglan í fleiri londum brúkar.