<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Okkurt smávegis herverk í Havn
Onkur hevði brotið ein rút í Tilhaldinum í Tórsgøtu, og onkur fór til hendurs uttan fyri Ruba, annars var friðarligt í Havn leygarkvøldið og sunnunáttina. Heilt nógv fólk var í býnum, men sum heild gekk friðarliga fyri seg.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fullir biltjóvar í Suðuroy
Tveir mans høvdu sunnunáttina stolið ein bil á Tvøroyri, og megnaðu at renna á tveir parkeraðar bilar, áðrenn løgreglan handtók teir. Menninir vóru ávirkaðir av rúsdrekka, siga tey av løgreglustøðini í Havn. Sambært vakthavandi vóru teir fluttir á skaðastovuna við onkrum smávegis snuddum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Eingin koyrdi fullur
Løgreglan í Klaksvík kannaði sunnunáttina um bilførar koyrdu ávirkaðir. Rættuliga fitt av bilum vóru steðgaðir og blástu í kanningartólið, men eingin hevði drukkið. Annars vóru bæði náttin og kvøldið sera friðarlig í Klaksvík, sigur vakthavandi á Løgreglustøðini har norðuri.