Løgreglusamstarv

Síðani 1982 hava løgreglan í Íslandi og løgreglan í Noregi samstarvað um ymsar venjingar, og nú um dagarnar hava norskir løgreglumenn verið í Íslandi og vant saman við íslendskum starvsbrøðrum.

Hesaferð vandu løgreglumenninir ymiskt í sambandi við bjargingar, og tí vóru tvær tylrur hjá íslendsku sjóverjuni við í venjingunum umframt manningin á sjóverjuskipinum Týr, skrivar Morgunblaðið. Partarnir venja tað sama aftur í næstum.