Tveir ísraelskir løgreglumenn eru funnir sekir í drápi, tá teir arbeiddu sum eftirlitsmenn á Vestara Áarbakka í 2002, og teir kunnu nú vænta at fáa upp í 20 ára fongsul, skrivar AP.
Shachar Botbeka og Denis Alhazova arbeiddu í býnunm Hebron á Vestara Áarbakka í 2002, og saman við tveimum starvsfeløgum fóru teir herjandi ígjøgnum býin ein dagin í mars tað árið. Millum annað tveittu teir táragassgranatir eftir fólki í gøtunum, og fýra tilvildarligir palestinskir menn vórðu tiknir inn í ísraelska hernaðarbílin og bukaðir. Tveir av teimum palestinsku monnunum blivu tveittir úr bilinum, meðan hann koyrdi við nógvari ferð, og annar fekk so stóran skaða í hvødið, at hann doyði.
Tað vísti seg, at teir ísraelsku løgreglumenninir høvdu tikið allan tilburðin upp á sjónband, og tí tók tað ikki rættinum so langa tíð at døma Shachar Botbeka og Denis Alhazova sekar. Nú bíða teir so eftir, hvør revsingin verður, skrivar AP.