Løgreglumenn tiknir fyri stuldur

Russisku myndugleikarnir viðgingu í dag, at teir hava tikið fýra løgreglumenn, sum eru skuldsettir fyri stuldur í sambandi við vanlukkuna, tá polska forsetaflogfarið datt niður nærhendis russiska býnum Smolensk í apríl.

Sambært ákæruvaldinum eru teir fýra menninir skuldsettir fyri at hava tikið og misbrúkt gjaldskortið hjá einum av teimum 96, sum doyðu í flogvanlukkuni.

Polsku myndugleikarnir bóru tíðindini um teir fýra løgreglumenninar í gjár, men russisku myndugleikarnir søgdu seg einki vita um málið. Í dag hevur ákæruvaldið í Moskva kortini viðgingið, at tíðindini eru bein.