Tann 1. november 1999 høvdu politistarnir Jón Carlson, Levi Danielsen og Poul M. Poulsen starvast í politinum í 25 ár.
Jón Carlson er vaktleiðari á politistøðini í Havn. Levi Danielsen starvast á politistøðini í Runavík, Poul M. Poulsen á politistøðini á Tvøroyri.
Dagurin varð hildin við stuttari samkomu á skrivstovu fútans.
Broytt leiðsla
í Miðvági
Sýslumaðurin í Vágum komandi hálvtannað árið verður Reðin Leonsson. Broytingin kemur av, at setti sýslumaðurin, Regin Jespersen, hetta tíðarskeiðið burtur av tekur sær av ymsum tilbúgvingararbeiði.
Meðan Reðin Leonsson virkar sum sýslumaður, røkir John Kruse, politistur, uppgávurnar sum varaleiðari hjá politinum í Miðvági