Skuldsetingarnar móti løgreglumanninum, sum var meldaður fyri harðskap, eru sleptar.
- Ferðaliðið er komið til ta niðurstøðu, at tað ikki eru haldgóð prógv til at reisa ákæru móti løgreglumanninum. Skuldsetingarnar eru tí sleptar og meiri verður ikki gjørt við málið, sigur Martin Gravesen.
Tað var í januar, at Sosialurin bar tíðindini, at ein løgreglumaður var meldaður fyri harðskap. Ikki er heilt greitt, hvat hendi, men løgreglumaðurin, sum var í farloyvi, tá hendingin fór fram, varð meldaður fyri harðskap á einum skeinkistaði í jólamánaðinum.
Martin Gravesen, varafúti, segði við Sosialin tá, at kanningararbeiðið var latið í hendurnar á ferðaliðnum hjá donsku løgregluni, fyri at sleppa undan gegnistrupulleikum.
- Av tí at tað er ein av okkara egnu, kunnu vit ikki gera kanningarnar sjálvir. Tí hava vit heitt á ferðaliðið hjá donsku løgregluni um at kanna málið, segði hann við Sosialin 28. januar.
Ferðaliðið hevur í fleiri førum verið í Føroyum og gjørt kanningar og avhoyringar í málinum, og loksins er ein niðurstøða komin. Danska ferðaliðið metir ikki, at haldgóð prógv eru fyri skuldsetingunum, og tí verður málið niðurlagt.
Martin Gravesen sigur, at viðkomandi ikki starvast hjá løgregluni í løtuni, men at av tí at ákærurnar eru sleptar, er einki til hindurs fyri, at viðkomandi kemur aftur til arbeiðis.










