Nýggi borgarstjórin í Hvalbiar kommunu, 37 ára gamli Janus Thomsen, er løgreglumaður. Áhugin fyri vinnulívi og trivnaði í fólkinum er stórur, og honum dámar væl at fáast við seyð og kríatúr.
Á kommunuvalinum hin 8. november gjørdist Janus Thomsen, toppskorari við ikki færri enn 149 persónligum atkvøðum. Góða valúrslitið leiddi hann eisini í borgarstjórasessin í Hvalbiar kommunu.
- Eg havi ikki stillað upp áður, men í fjør summar fekk eg áheitan um at stilla upp, og eg tók av. Eg skrivaði onga grein til valið, og eg skrivaði einki valtilfar á Facebook. Hinvegin setti eg nakrar reglur saman á eitt A4-ark, sum eg bar í hvørt hús í kommununi.
Á A4-arkinum vísti Janus Thomsen, sum er hálvur hvalbingur og hálvur tvørámaður, á, hvørji hansara áhugamál eru, og hvat hann kundi hugsað sær at arbeitt fyri, um hann fekk undirtøku.
Janus Thomsen er giftur Birgit Thomsen, sum er úr Klaksvík. Hon hevur eitt hálvtíðarstarv á skrivstovu á Tvøroyri. Tey eiga trý børn og hava valt at búseta seg í Hvalba.
- Eg fór niður til Danmarkar á politiskúla í 2002, kom heimaftur í 2004 og gjørdist liðugur í 2005. Síðan eg var liðugur við mína útbúgving, havi eg arbeitt minsta partin í Suðuroy. Eg havi arbeitt fleiri ár í Havn, og arbeiði í løtuni í Klaksvík, har eg nú havi verið í eitt ár.
Borgarstjórastarvið í Hvalbiar kommunu er á pappírinum hálvtíðarstarv, og Janus Thomsen sigur, at hann hevur fingið eina góða skipan við sín arbeiðsgevara um, hvussu starvið sum løgreglumaður og hálvtíðarstarvið sum borgarstjóri kunnu flættast á besta hátt.
- Sum løgreglumaður kemur tú í samband við ymiskar stovnar og myndugleikar, og eg haldi, at hetta gevur mær ein part av barlastini, ið eg kann brúka sum borgarstjóri.
Tað var í 2012, at Janus, Birgit og børnini fluttu til Hvalbiar at búgva.
- Pápi mín sigldi og hevði trolvirkið Bergið, so hetta er nakað, sum eg eri uppvaksin við, og sjálvur havi eg eisini arbeitt á Berginum. Vit hava nógv raskt sjófólk og arbeiðsfólk í Hvalbiar kommunu, bæði sum fyriskiparar og ikki minst á gólvinum.
Janus Thomsen vísir á, at tá vinnulívið hevur tað gott, hava fólkið og kommunan tað eisini gott, og hann er sannførdur um, at vinnulívið saman við øllum teimum, sum arbeiða í kommununi og aðrastaðni eru krumptappurin í bygdasamfelagnum.
- Vit eru eisini ógvuliga spent eftir at síggja, hvat Hvalbiarfjørður kann koma at kasta av sær, nú royndir verða gjørdar við aliringi á fjørðinum, og eg vóni, at alingin í komandi tíðum kemur at geva okkum eitt bein aftrat at standa á, sigur hann.