Ein fyrrverandi svenskur løgreglumaður er dømdur hálvt triðja ára fongsul, tí hann smuglaði 1,2 milliónir litrar av brenniolju úr Danmark til Svøríkis. Tað skrivar Aftonbladet. Sambært blaðnum smuglaði maðurin oljuna við einum skipi, sum er smíðað í 1913, men sum ikki hevur siglingarloyvi. Løgreglan í Halmstad avdúkaði smuglingina í september í fjør. Tá løgreglumenninir fóru umborð á skipið, vóru 144.000 litrar av danskari brenniolju umborð.