Løgreglumaður skotin á opnari gøtu í París

Ein løgreglumaður hevur latið lív undir einum skotbardaga á kendu gøtuni Champs Elysées.

Ein løgreglumaður hevur latið lív undir einum skotbardaga á kendu gøtuni Champa Elysées.



Miðlar skriva í kvøld um skotbardaga í París, har ein løgreglumaður hevur latið lív, og sambært løgreglu á staðnum er maðurin, ið hevur skotið, eisini deyður.


Hetta hendi, tá skotið varð eftir løgregluni í París á gøtuni Champ Elysées.



Hendingin fer fram bert 3 dagar undan fyrsta umfarinum av franska forsetavalinum. Týsdagin tók løgreglan tveir mans, 23 og 29 ára gamlir, í Marseille, tí teir vóru undir ilgruna fyri at harðskapátøk undan valinum.

 

 

Myndugleikar, løgregla og onnur hava longi verið í hægstu tilbúgving, eftir at Frakland hevur verið rakt av fleiri atsóknum síðstu tvey árini, har 230 fólk eru deyð.


Le Figaroskrivar, at gøtan Champ Elysées er stongd, og at stórt løgreglulið er til staðar, meðan tyrla flýgur lágt yvir økinum.