48 ára gamli løgreglumaðurin í London, Wayne Couzens, er nú skuldsettur fyri burturflyting og dráp av 33 ára gomlu, Sarah Everard, veit BBC at siga í kvøld.
Kvinnan varð funnin deyð í Kent-økinum í bretska høvuðsstaðnum mikudagin í hesi vikuni, eftir at hon hevði verið saknað í eina viku.
Sarah Everard hvarv, tá hon var á veg heim, eftir at hava vitjað ein vinmann í syðra parti av London. Um einki hendi á vegnum, skuldi gongutúrurin heim tikið einar 50 minuttir.
Í morgin kemur løgreglumaðurin, Wayne Couzens, fyri rættin í Westminster Magistrates Court, skuldsettur fyri drápið av Sarah Everard.
Seinasta lívstekin til hina 33 ára gomlu er ein telefonsamrøða við sjeikin, meðan hon var á veg heim, og tað var sjeikurin, sum boðaði løgregluni frá.
Løgreglan, sum kannar málið, heldur, at Sarah Everard gjørdist eitt tilvildarligt offur, tí einki bendir á, at Wayne Couzens kendi kvinnuna.
Í sínum starvi sum løgreglumaður var Wayne Couzens partur av einari serdeild, sum eitt nú hevði til uppgávu at verja politikarar og diplomatar.
Løgreglumaðurin varð handtikin í egnum heimi í Kent - ikki langt haðani, líkið varð funnið. Eftir handtøkuna, endaði hann á sjúkrahúsi av skaðum, hann fekk undir handtøkuni.
Men, Scotlands Yard veit tó at siga, at løgreglumaðurin er aftur í varðhaldinum.
Familjan hjá 34 ára gomlu sigur, at Sarah Everard var ein fitt, umhugsin og umsorganarfull kvinna, sum hugsaði um onnur, áðrenn hon hugsaði um seg sjálva.
##med2##












