Løgreglufólk venja í Gundadali í kvøld

Er tað nakar, sum hevur lagt til merkis, at nógv løgreglufólk og sjúkrabilar eru til staðar í Gundadali beint nú?

 

Men tað er einki serligt á vási kortini, tí talan er um eina venjing, sum byrjar beint nú, sigur løgreglan.

 

Tey, sum eru við í venjingini, eru Tórshavnar Sløkkilið, løgreglan, Sjúkraflutningstænastan, Tórsvøllur og Ansni Tilbúgving.

 

Í samband við venjingina er Gundadalsvegurin stongd frá klokkan 19 til klokkan 21, sigur løgreglan