Løgreglufólk á trivnaðarskeiði

Í vikuni hava øll starvsfólk hjá løgregluni í Føroyum verið á skeiði, har tey hava fingið kunning um arbeiðsumhvørvi, strong og mat.

Fyrr í vikuni vóru øll starvsfólk há løgregluni í Føroyum á skeiði í Havn. Á skeiðnum kunnaðu sonevndir Wellness-konsulentar um arbeiðsumhvørvi, strongd og matvanar. Sum tað eisini sæst á heitinum, so er endamálið hjá hesum Wellness-konsulentum at leggja lunnar undir, at fólk kunnu fáa tað betur.
Á sjálvum skeiðinum sluppu starvsfólkini hjá løgregluni ikki einans at sita afturá og bara lurta, tí Wellness-konsulentarnir gjørdu eisini nakrar rørslur, ið eru góðar at gera í gerandisdegnum saman við teimum.
Hetta við at skipa fyri slíkum trivnaðarskeiðum fyri sínum starvsfólkum er nakað, ið av álvara er við at vinna fram her á landi, og sum skilst eru tað fleiri fyritøkur og stovnar, ið hava víst hesum Wellness-konsulentum áhuga.