Eitt løgreglufólk bleiv fyrr í dag rakt í yvirarmin í sambandi við ein skottilburð í Tåsinge, skrivar løgreglan í Fyn í tíðindaskrivi í kvøld.
Løgreglufólkið er ikki í lívsvanda og hevur tað gott eftir umstøðunum.
Talan var um eina atsókn hjá politinum, sum endaði við, at 11 skot vórðu loyst av.
Maðurin, sum skeyt løgreglufólkið, er illa særdur. Hann er eftir øllum at døma eisini skotin, og varð fyrr í dag koyrdur á sjúkrahús.
Stutt áðrenn klokkan 13 í dag, var ein annar tilburður nærindis Bjerreby í Tåsinge, har tann sami gerningsmaðurin skeyt eftir einum øðrum persóni.
Sambært politinum, hevði gerningsmaðurin vápnaloyvi og nýtti allarhelst veiðibyrsu sína.