Sløkkiliðsfólk og manning umborð á Brimli eru við at fáa tamarhald á eldinum á Varðanum á Tvøroyri.
- Roykurin er minkaður, men tað brennir enn, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur við Kringvarpið.
Fólk eru flutt av Tvøroyri, tí ammoniak-lekin var vandamikil, og enn hevur løgreglan bert boðini, at fólk verða biðin um at halda seg burtur av Tvøroyri og økinum har á leið.
- Tað er vónleyst at siga, nær vit kunnu loyva fólki at sleppa heimaftur. Vit ynskja øll, at tey sleppa heimaftur sum skjótast, men enn kunnu vit ikki siga nakað um, nær tað verður, sigur Jón Klein Olsen.