Løgreglan visti um drápsmannin

Í novembur í fjør fekk svenska løgreglan eina ábending um, hvør myrdi eina kvinnu í 2000. Næstseinasta leygardag myrdi sami maður Englu Høglund

Meðan svenska løgreglan fríggjadagin avhoyrdi ein 42 ára gamlan mann í sambandi við, at tann 10 ára gamla Engla Høglund hvarv næstseinasta leygardag, fekk løgreglan at vita, at dna-royndir av manninum samsvaraðu við royndir, sum blivu tiknar í sambandi við eitt morð fyri átta árum síðani.

 

-Tann 42 ára gamli játtaði næstan beinenvegin, at tað var hann, sum myrdi Pernillu Hellgren, sum bleiv funnin tann 4. juni í 2000, og so viðgekk hann, at hann hevði eisini myrt Englu Høglund, og hvar hann hevði fjalt lík hennara, sigur løgregluovastin í Dalarna, Anders Petterson, við TT.

 

Løgreglan í Dalarna viðgongur, at í novembur í fjør fekk hon eina ábending um, hvør beindi fyri Pernillu Hellgren, og at talan var um tann 42 ára gamla mannin, sum nú hevur við gingið morðið og morðið á Englu Høglund. Men løgreglan helt seg ikki hava nóg gott próvtilfar, til at hon kundi handtaka mannin.

 

-Um vit kundu verið sloppin undan hesum seinna sorgarleikinum? Tað er ein neyðugur og rímiligur spueningur, men tað eru ikki vit, sum skulu svara, segði løgregluovastin í Dalarna á tíðindafundi í morgun og sipaði til, at aðrir myndugleikar skulu kanna, um løgreglan bar seg rætt at.