Løgreglan vil ikki bera vápn

Norsku myndugleikarnir eru í ferð við at gera nýggjar reglur um, nær norsk løgreglufólk skulu hava vápn uppi á sær. Hetta fekk felagið hjá løgreglufólki at spyrja sínar limir, hvat tey halda, og har svara 60 prosent, at tey vilja sleppa undan at hava vápn uppi á sær í tí dagliga arbeiðinum.

Blaðið Aftenposten skrivar, at ongantíð áður hava so nógv løgreglufólk verið ímóti at bera vápn, men formaðurin í løgreglufelagnum, Arne Johannessen, sigur við blaðið, at spurningurin um at bera vápn er ein av teimum stóru spurningunum hjá løgreglufólki.

Sjálvur hevur formaðurin fyrr sagt, at meirilutin av manningini hjá løgregluni vildi bera vápn í tí dagliga arbeiðinum, og at hann skilti ta hugsanina.